Ferðafólk til Føroya við SAS sleppa undan masku

Frá í dag at rokna er tað ikki longur krav at hava masku, tá tú flýgur við SAS ella Norwegian millum Norðurlond.

Í tíðindiskrivi greiðir Norwegian frá, at orsøkin til, at tey sleppa kravinum er smittustøðan og støðugt færri avmarkingar.

 

Tað merkir, at ferðafólk við SAS til Føroya eisini sleppa undan maskuni. Við Útvarpið sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, at tey í vikuni fara at taka støðu til kravið um masku á flogferðunum hjá Atlantsflog.