Fríggjamorgunin var hann lágur í ættini, og tá er mangan skitið á havnarvág.
– Tað er heilt óalmindiliga óheppið, at hetta ikki verður ruddað upp beinanvegin, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður, sum er fastur fúsur at selja fisk og annað á sølutorginum í Vágsbotni.
– Her hava verið tveir stórir bólkar við ferðafólki í dag sum tóku myndir, og tey ógvast við slíka sjón, sigur Morton Johannesen.
Tórshavnar kommuna hevur sett ein oljureinsara innast í krókinum í Vágsbotni, men Mortan Johannsen sigur, at hann er als ikki hóskandi, tí hann tippist beinanvegin.
– Eg havi roynt hasar umborð á skipi, har mugu vera saksar í, sum knúsa óruddið sundur, annars kann tað gera tað sama, heldur hann.
Fólk frá Tórshavnar kommunu vóru tó skjót á staðnum at taka upp óruddið.










