Nýggj hagtøl vísa, at roknað í íslendskum krónum brúktu ferðafólkini 16 prosent minni í 2012 enn í 2000. Í amerikonskum dollarum brúktu tey 20 prosent minni og í evrum heili 42 prosent minni. Tað sæst í einari frágreiðing, sum Morgunblaðið endurgevur.
Í frágreiðingini verður nýtslan hjá ferðafólki í Íslandi samanborin við nýtsluna hjá ferðafólki, sum vitja Kanada og Ný Sæland. Úrslitið er, at í 2012 brúktu fólk, sum vitjaðu Kanada, 129 prosent meiri pengar enn í 2000, um nýtslan verður roknað í amerikonskum dollarum. Tey, sum ferðaðust í Ný Sælandi, brúktu 40 prosent meiri í 2012 enn í 2000.
Tað finnast eingi hagtøl um nýtsluna hjá fremmandafólki, sum koma til Føroya at ferðast, men Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, sigur, at hagtølini standa ovarlaga á dagsskránni hjá ráðnum.