Mariu Hansen kenna tey flestu frá hennara tíð sum bygdarráðsformaður og løgtingskvinna.
Maria er gift Jákupi Hansen, og eiga tey 3 døtur og ein son.
Í november í fjør fór hon saman við manni sínum til Zambia at vitja dótrina, sum í løtuni býr har saman við familju síni.
Zambia er eitt slætt og vakurt land, men har er lítið dyrkað, og nærum alt er oyðið. Ein rúgva av djórum liva har og alt gongur leyst, uttan leyvur og hýenur. Tó ganga djórini ikki millum húsini.
Fólkið er ógvuliga fátækt, lønirnar eru lágar og arbeiðsloysið stórt.
Størsti handilsmidepilin í høvuðstaðnum, Luzaka, har 1 milj. fólk búgva, er á stødd við SMS. Tó keypir vanligi afrikanarin ikki har, men á marknaðum. Har er eisini vanligt, at fólk býta um vørur sínamillum.
Doyggja blaðung
Í Zambia doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 39 ár. Í Luzaka er spildurnýtt hospis til ung foreldur, ið liggja at doyggja. Tað eru nunnur, ið standa fyri hesum hospis.
Tað verður gjørt nógv fyri at upplýsa fólk um smittuvandan, eitt nú við at framføra drama á fríøkjum.
Fólk í Zambia eru friðarlig, vinsæl og sera hjartalig. Har nýtist tær ikki at óttast harðskap, men tjóvar og biddarar eru sum flugur allastaðni. Tey, sum eiga pening, hava tað gott og liva væl í stórum húsum.
Tey hava húshjálp, sum gera alt arbeiði, bæði inni í húsinum og uttanum. Hjá teimum, ið eftir teirra málistokki eru vælhavandi, er neyðugt at hava høgar gyrðingar og portur uttanum húsini fyri at halda tjóvum burtur.
Fert tú har, sum fátæki zambiarin ferðast, er ikki ráðiligt at hava ur ella prýði uppi á sær, tí so verður ikki friður fyri biddarum.
Stórt máttloysi
Tað er at undrast á, at fátækradømið er so stórt, tí landið er fruktagott. Men fólk eru máttleys og uttan áræði. Hóast tey fáa tilboð um jarðarstykki, sum tey sjálvi skulu eiga grøðina av, so taka tey ikki av.
Møguliga er orsøkin tann, at tey, sum royna at tjena pening, ongan kjans hava at savna nakað til sín sjálvs. Tey verða noydd fyrst at syrgja fyri familjuni, bæði systkjum og foreldrum.
Lønirnar hjá afrikanarum í Zambia eru ógvuliga lágar. Ein lækni tjenar ikki meiri enn 3000 og ein lærari um 700 krónur um mánaðin. Ein vællønt arbeiðsgenta fær bara 500 krónur í mánaðarløn. Orsakað av lágu lønunum, trívast tey, sum fáa sær útbúgvingar, ikki í landinum, men leita uttanlands at arbeiða.
Sjálvt um fátækradømið er stórt í Zambia, er samanhaldið í familjuni og umsorganin fyri hvørjum øðrum stór. Tað bæði sæst og hoyrist, hvussu góð tey eru við síni.
Maria hevur fyrr verið og vitjað í Suðurafrika og Chile, har døtur hennara eisini hava búð eitt skifti.
Hon sigur, at náttúran var nakað heilt serstakt í Zambia. At koyra ígjøgnum landið og síggja bygdirnar og strámátturnar á stóru víddunum, var heilt einastandandi. At vera áskoðari til náttúruna og djóralívið har, var sum at síggja ein stórfingnan film.
Maria er hugtikin av Zambia og sigur, at hon ikki er rættiliga heimafturkomin enn, so sterka ávirkan hevði landið og fólkið á hana. Fyri hana var túrurin ein einastandandi uppliving, sum hon avgjørt ætlar at endurtaka eina aðru ferð.