Eva Laursen og Anita Lisberg eru ávíkavist 16 og 15 ára gamlar. Tær báðar ganga í 9. flokki í Tvøroyrar skúla, og seinastu tvær vikurnar hava tær verið í starvsvenjing her á Sosialinum.
Meðan tær hava verið her hava tær millum annað ferðast víða kring klettarnar. Tær hava vitjað lokalredaktiónir, bæði í Klaksvík, Runavík og Vágunum.
Í Vágunum fingu tær eisini ein rundtúr í oynni við okkara lokala blaðmanni, Edvard Joensen, har koyrt var í hvønn krók koyrandi er til. Heilt frá Bø til at síggja Maersk flogfari lætta sær á, og við tað, at tær vitjaðu í Vágunum, sluppu Eva og Anita sín fyrsta túr ígjøgnum undirsjóvartunnilin.
? Okkum hevur dámt væl her á Sosialinum. Vit eru slopnar at royna nógv ymiskt ? meira enn onnur eru sloppin, sum hava verið í starvsvenjing aðrastaðni, siga Eva og Anita.
Eisini hava tær skrivað tilfar til ungdómsblaðið , og harumframt hava tær eisini hjálpt til inni á marknaðardeildini.
Myndatxt: Anita Lisberg, 15 og Eva Laursen, 16, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Sosialinum. Her eru tær avmyndaðar á lokalredaktiónini í Sandavági saman við Edvard Joensen, blaðmanni










