Ferð á VÍF

Eftir heldur trilvandi byrjan tykist VÍF nú av álvara hava sett ferð á

Hondbóltur

Vestmanna kvinnurnar fingu ikki ta byrjan upp á kappingarárið, sum tær høvdu ætlað, tá tær í næsta umfarinum fingu rætt og slætt bank í Vági. Fyri summi var hetta kanska ein ábending um, at VB aftur í ár fór at verða einaráðandi, men nú tykjast ábendingar tó vera um, at VÍF ikki verða so lættar at syfta kortini.
Fyrst og fremst er orsøkin kanska, at liðið nú hevur fingið útlendska styrkin til landið, men hartil tykist restina av liðnum eisini hava funnið rætta fótafestið. Og ikki minst, so er rætti viljin eisini um at koma fram á liðnum.

Styrkin skal mátast
Sunnudagin vitjaði VÍF á Skála, og har var sjáldan ivi um, hvønn veg tað skuldi fara.
Serliga í verjupartinum stóðu gestirnir seg væl, og ferð eftir ferð gav hetta úrslit í kvikum kontra-álopum, sum StÍF málverjin millum lítið og einki kundi gera fyri at steðga.
Verður so lagt afturat, at Ioana Rápa enn tykist nærkast gamla stílinum alt meira, so er einki at siga til, at StÍF mátti boyggja seg. Tó at liðið telir tvær av heilt góðu skjúttunum millum tær útlendsku, so megnaðu hesar sjáldan at skræða vælvirkandi VÍF verjuna sundur, og í aðrar mátar tykist liðið hjá StÍF ov tunt til veruliga at gera seg galdandi. Í øllum førum enn, men við framhaldandi menning av arbeiðinum, sum í fjør førdi liðið til bronsuna, so skuldi hetta tó ikki verið heilt ógjørligt um eini tvey ár.
Men í ár verður tað so neyvan. Her tykist tað fyrst og fremst verða VÍF, sum skal kappast við VB um oddin. Enn er Neistin eisini við í hesum stríði, og júst tær koma á vitjan í Vestmanna komandi vikuskifti, so tá fæst kanska ein enn betri hylling á, hvør styrkin hjá VÍF-kvinnunum er.

Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 22-32 (9-18)
Málskjúttar
StÍF: Melica Ergic 6(1), Alina Olaru 6(4), Beinta Joensen 4, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 2, Paula B. Høgnesen 1
V´FI: Nikolina Eyðbjørnsdóttir 10, Ioana Rápa 9(3), Sóley Mikkelsen 7, Irina Radovici 3, Fríða Marjunardóttir 2, Eydna Joensen 1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.