Pollendingurin, sum doyði umborð á polska seglbátinum Rzezowiak, fer til gravar í dag í heimbýi sínum i Pollandi.
Teir seinastu av manningini fóru heim sunnudagin.
Ætlanin er at flyta bátin til Danmarkar og umvæla hann har, men tað verður neyvan fyrr enn í næstu viku. Báturin sjálvur er ikki so illa farin, men masturin er brotnað eins og annað av ti tøkniliga.










