West Freezer kom flaggskrýddur til Miðvágs á miðdegi í dag.
Men enn er okkurt smávegis eftir at gera við hann.
Men reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø segði við útvarpið í dag, at væntandi verður West Freezer klárur at fara til fiskiskap mánadagin og ætlanin er at fara mánakvøldið.
Hetta er størsta og besta línuskip í føroyska flotanum og hetta er tann einasti, sum skal frysta allan fiskin umborð.
Í Noregi gongur fiskurin, sum hetta slagið av línuskipum fáa, í sera góðum prísi, teir fáa upp í 26-27 danskar krónur fyri kilo av tí stóra toskinum.
Reiðarin vónar, hesin prísurin fer at sígjast aftur í Føroyum.
Tað hava tey eisini brúk fyri, tí við útvarpið í dag segði TummAs Jacob á Løgmansbø, at West Freezer skal fiska fyri einar 17 milliónir um árið fyri at bera seg.
West Feezer kostar um 27 milliónir.
Teir skulu avreiða 75% av fiskinum í Føroyu. Nú fara teir at skriva fiskakeyparum bræv, har teir kunna um fiskin, frystingina, støddirnar og, nógv blokkarnir viga.