FSF-formaðurin
Tað verður Frithleif Olsen úr Rituvík, sum verður nýggjur formaður í Fótbóltssambandinum. Hetta stóð greitt týsmorgunin, tá virkandi formaðurin, Dánjal Andreasen, boðaði frá, at hann tekur seg aftur sum formansevni.
Ikki partur av stríði
Eftir at tíðindaskrivið varð sent út, fingu vit orðið á Frithleif Olsen, og meira enn nakað, so tóktist hann heldur bilsin, nú hann kann fara at seta seg til rættis í formansstólinum.
- Ja .Tað skilji eg á lagnum, at eg nú verði formaður, og tað er so avgjørt nakað, sum eg gleði meg til. Nú gekk hetta so óalmindeliga skjótt og smertufrítt, men yvir høvur má eg siga, at tað eisini er nakað, sum gleðir meg, sigur maðurin, sum ikki visti nøkrum, tá hann fyri lítlari viku síðani varð spurdur, um hann hevði hug at stilla upp til formansvalið.
- Eg hevði so yvir høvur ikki gjørt mær nakrar tankar tann vegin, tá eg varð uppringdur av nøkrum feløgum. Hví ella hvussu tey høvdu funnið fram til júst meg, veit eg ikki, men tey søgdu seg vilja royna at fáa ein mann, sum tey kundu savna uppbakning um, og eftir at hava umhugsað støðuna, so tók eg av.
- Hinvegin havi eg roynt at hildið ein lágan profil, nú valstríðið hevur koyrt. Mær dámar sum so ikki at leggja meg út í nakað stríð, og fatanin hjá mær hevur eisini verið, at var talan ikki um ein breiðan uppbakning, so var tað kanska lítið fremjandi fyri eitt framtíðar samstarv, um stríðið um sessin skuldi gerast alt ov hart. Eg havi tó alla tíðina verið kunnaður frá teimum, sum hava roynt at rikið, men fram til í morgun visti eg so ikki við vissu, hvønn vegin tað bar.
Betra samskiftið
Nú er slóðin tó ruddað, og komandi formaðurin dylir ikki fyri, at hann er spentur at fara í holt við nýggju avbjóðingina, tó at hann enn ikki er so nógv fyri at siga, hvørjum lutum hann serliga fer at virka fyri.
- Fyrst og fremst, so má eg sjálvandi seta væl inn í tingini, áðrenn eg fari at úttala meg heilt konkret um nakað. Men eg kann so í øllum førum siga, at eg ætli mær at leggja stóran dent á samskiftið við feløgini. Tað má vera tað týdningarmesta, soleiðis at talan verður um eina sterka felagseind. Tað síggi eg í øllum førum sum ein avgerandi fortreyt fyri menningini hjá FSF.
Um fortreytirnar hjá sær fyri at gerast formaður, sigur Frithleif, at hann í hvussu so er átti at hava ognað sær nakrar eginleikar, sum kunnu nýtast í sessinum. Í 1986 var hann við til at stovna fyritøkuna FJM, har tað í dag starvast á leið 40 fólk, og eisini hevur hann í átta ár verið partur av býráðnum í Runavík. Hartil hevur hann øll árini fylgt væl við gongdini hjá NSÍ, har hann eisini hevur verið partur av fótbóltsnevndini.
- Hetta eigur so at hava givið mær nakrar royndir. Bæði sum leiðari og sum partur av eini nevnd, og tað burdi væl saktans kunna komið mær til góðar. Men sum sagt, so fái eg tó ikki úttala meg neyvt um einstakar smálutir, fyrr enn eg havi havt stundir at seta meg væl og virðiliga inn í tingini.
Fyrsta høvi til hetta verður aðalfundinum leygardagin, og eftir boðini týsdagin ivast Frithleif ikki í, at hann fer á fundin.
- Nú noyðist eg so undir øllum umstøðum at fara. Annars havi eg ivast eitt sindur, tí eg havi ikki vilja lagt meg út í nakað stríð, men nú er tann ivin helst burturbeindur, sigur altso Frithleif Olsen at enda. Maðurin, sum komandi tvey árini fer at standa á odda fyri føroyskum fótbólti.










