Ferðsluvanlukkur og fullveldishugburður

Í Føroyum ræður mangan ein undarlig fatan av sambandinum ímillum orsøk og avleiðing.

 

Eitt dømi um hetta er ein fyrispurningur, sum varð reistur í løgtininum nú ein dagin. Fyrispurningurin snúði seg um eitt vegastrekki í Føroyum, har nakrar álvarsligar ferðsluvanlukkur eru hendar seinnu árini. Við síðuna av vegnum stendur eitt hús úr múrsteini. Álvarsligu skaðarnir í sambandi við nevndu ferðsluvanlukkur hava staðist av, at bilar við nógvari ferð eru farnir útav vegnum og hava rent á umrødda múrsteinshús. Bilarnir eru farnir í knús, og í summum førum eisini fólkini í teimum.

At tað er syndarligt, at fólk farast í ferðsluni, er ikki orðið. Fyri tey, sum vera rakt, er talan um sorgarleikir, sum kunnu leggja tilveruna í oyði. Vit eiga tí at gera alt, sum stendur í okkara makt, til tess at forða fyri, at vanlukkur henda. Í so máta er einki løgið í, at spurningurin um ferðslutrygd verður reistur í løgtinginum. Tað løgna er samanblandingin av orsøk og avleiðing, sum kemur so týðiliga til sjóndar í fyrispurninginum. Í fyrispurninginum verður sagt, at múrsteinshúsið er orsøkin til, at bilar og fólk eru farin í knús. Tí verður kravt, at tað verður tikið niður.

Tann grundfatan, sum liggur aftanfyri slíkan hugsunarhátt er, at orsøkin til eina og hvørja hending er hendingin sjálv. Hetta er tann grundfatanin, sum smábørn hava, áðrenn tey læra at hugsa úrtøkiligt (abstrakt). Henda førleika fáa børn tá tey eru um 10 ára aldur. Áðrenn tey fáa henda førleika, duga tey ógvuliga illa at skilja ímillum orsøk og avleiðing. Fyri eitt barn, sum dettur og slær seg í ein stól, kann tað ofta vera ein troyst, um onkur vaksin hartar stólin. Barnið fær tá eina fatan av, at stólurin hevur gjørt tí órætt. Hesin órættur verður rættaður aftur tá stólurin fær skeld, og fyri barnið er rættvísin tryggja.

So einføld og so veruleikafjar er vaksnamannaverðin ikki! - Ella er hon? Hugburðurin aftanfyri áðurnevnda fyrispurning letur uppfyri alskyns løgnum fyrispurningum. Um vit t.d. hugsa okkum, at føroyingar íðkaðu fallskíggjalop, so var fryktandi fyri, at vit høvdu havt upplivað, at onkur var komin til skaða í hesi ítróttargrein. Skaðar høvdu í flestu førum hent, tá fallskíggjarleyparin rakti jørðina eftir eitt lop. Í hesum førum hevði verið sagt, at tað var jørðin ið var orsøkin til, at fallskíggjaleyparin kom til skaða. Kanska hevði eisini verið kravt, at hon (jørðin) skuldi gravast burtur.

Nú kann tað kanska tykjast onkrum lesara sum um greinskrivarin roynir at vera stuttligur. Men so er ikki. Tað, sum her verður tosa um, er alt annað enn stuttligt. Tað er ramasti álvari, at hesin bagvendi hugsunarháttur fær føroyingar at brúka nógva orku uppá, at finna loysnir uppá trupulleikar, sum ikki eru til, ímeðan álvarsligir og átroðkandi samfelagstrupulleikar liggja óloystir og veksa seg størri og størri fyri hvønn dag, sum gongur.

Hesin øvugti hugsunarháttur kemur so týðiliga til sjóndar, sum ongantíð áður, í herferðini fyri loysing Føroya frá Danmark. Gassið í fullveldisballónini, sum nú skuggar fyri sólini í Føroyum, varð framleitt av trongskygdum nationalistum, meðan ein lemjandi búskaparkreppa herjaði landið í nítiárunum. Ein vanlukka var hend. Føroyski samfelagsbilurin var, við ovfarakátum amatørum handan rattið, yvirlessi, ongum bremsum og fullari ferð, farin út av vegnum og hevði rent í bilverjuna. Bilverjan var ríkisfelagsskapurin, og var bilverjan ikki har, var bilurin farin í avgrundina. Tað fór hann ikki - men hann fór heilt illa. Tað fór bilverjan eisini, men hon helt.

Nú kundi hugsast, at allir føroyingar, aftaná at hava tikið sær av teimum løstaðu eftir vanlukkuna, turkaðu sveittan av pannuni, og søgdu: "Tað var nú gott at bilverjan var har. Tí annars vóru vit øll farin fyri bakkað." Men tað søgdu allir føroyingar ikki. Nei, nakrir teirra hava líka síðani vanlukkuna bannað um bilverjuna, sum teir siga var atvoldin til, at føroyski samfelagsbilurin fekk so ógvisligan skaða.

Meðan tað enn vóru nógvir føroyingar, sum ikki høvdu fingið hjálp eftir vanlukkuna, fóru ungir og vælútbúnir fullveldismenn í holt við at skræða bilverjuna niður. Nógv talaðu at, men ongin forðaði fullveldisfólkunum í teirra meiningsleysa stríði, tí enn vóru nógv, sum tørvaðu fyrstuhjálp. Men fullveldisfólkini sóu ikki tey løstaðu á vegnum. Nei, tey sóu bara bilverjuna, sum í teirra eygum hevði skyldina av, at bilurin var brotin.

Síðani er vanlukkustaðurin vorðin ruddaður so dánt, men enn sæst farvegurin eftir óeydnishendingini. Ikki minst snuddirnir í bilverjuni eru sjónligir enn. Men hon stendur uppi, tí sjálvandi mátti hon vera sterkari enn so, at nakrir ørvitisligir vandalar fingu jarðlagt hana í sinnismuni. Og júst tí er hon ein trygd!

Men hesa trygdina vilja fullveldisfólkini ikki hava. Tey síggja framvegis snuddirnar í bilverjuni, og brúka nú hesar snuddir sum grundgeving fyri, at bilverjan skal burtur. Tann, sum eigur bilverjuna - t.e. danska stjórnin og fólkatingið - hevur sagt, at um føroyingar vilja av við bilverjuna, so mugu vit um tað. Hon kann vera burturtikin tann dag ímorgin um tað skal vera. Men treytirnar eru, at bilverjueigarin við hesum verður leysur av ábyrgdini fyri trygdini á vegnum.

Tað vilja fullveldisfólkini hinvegin ikki ganga við til. Tey vilja hava, at bilverjueigarin skal taka bilverjuna burtur, men at hann samstundis skal vera tann, sum hevur ábyrgdina fyri at tryggja, at føroyski samfelagsbilurin ikki koyrir útav. Fullgreið um, at tey ikki duga serliga væl at koyra sjálvi, vilja tey tí hava bilverjueigarin at vera teirra privatsjaffør. Men tað hevur bilverjueigarin ongan hug til. So nú eru fullveldisfólkini eisini óklár við bilverjueigaran, samstundis sum tey ynskja bilverjuna hagar pipari grør.

Tað syndarliga og óhugnaliga er, at fullveldisfólkini ikki eina tað einastu ferð, í sansaleysu øði sínari inná bilverjuna og bilverjueigaran, hava tikið minsta stig til at royna at forða fyri einari nýggjari vanlukku. Tíansheldur at hjálpa teimum, sum komu illa fyri av teirri seinastu. Bilurin er í nærum sama ringa standi, sum hann var í, tá hann fór av vegnum á sinni, og rendi í bilverjuna. Enn einaferð koyrir hann við ov stórum lessi. Dekkini eru niðurslitin, so hóast koyrilíkindini beint nú eru góð, er alstórur vandi fyri einum nýggjum samanstoyti nær tað skal vera. Í stýrhúsinum klandrast fullveldisfólkini um rattið og speedaran. So við hetta lag er alt bara ein spurningur um tíð.

Enn stendur bilverjan uppi, og vónandi heldur hon, um føroyski samfelagsbilurin enn einaferð fer út av vegnum. Men við tí serliga føroyska fullveldishugburðinum fer enn ein bjarging frá avgrundini, í stundini, at vera tulkað sum, at bilverjan enn einaferð hevur gjørt føroyingum órætt. Og fullveldisfólkini fara enn einaferð at finna troyst í, at tað var bilverjan sum breyt bilin - og ikki tann skilaleysa koyringin.