Ferðsluvanlukkur millum heimsins størstu heilsutrupulleikar

Hvørt ár doyggja so nógv fólk, ið svara til meira enn 20 prosent av íbúgvunum í Danmark, á vegunum kring allan heimin. Á ráðstevnuni "Scania Transport Conference" í Bruxelles varpaði Scania ljós á hendan trupulleika

Við meira enn 1,2 millión fólk deyð, 50 milliónir skadd og eini rokning upp á 500 billiónir evrur árliga, eru ferðsluvanlukkur saman við malaria og tuberklum á topp 3-listanum yvir heimsins álvarsligu og størstu heilsutrupulleikar.

Fjórða árið á rað skipaði svenska buss- og lastbilaverksmiðjan Scania fyri eini ráðstevnu 5. oktober 2005 í Bruxelles um hendan trupulleikan. Á hesi ráðstevnu vóru t.d. ferðsluserfrøðingar, umboð fyri flutningsídnaðin og umboð fyri evropeiska samveldið ES.

Endamálið við ráðstevnuni var, at finna út av hvussu evropeiski flutningsídnaðurin kann vera kappingarførur og vísa virðing fyri umhvørvinum, samstundis sum ferðslutrygdin er í hásæti. Tað sum lá fremst í huganum hjá teimum, sum skipaðu fyri ráðstevnuni, vóru tey mongu menniskjuni sum hvørt ár doyggja í ferðsluni.

Øll lond eru bundin av flutningi á vegunum, og tað er okkara uppgáva, at syrgja fyri at hetta verður gjørt á skilabesta hátt, segði svenski Scania-stjórin Leif Österling, sum vísti á at umleið 50.000 fólk hvørt ár doyggja í ferðsluni í Evropa. Fyri nøkrum árum síðan setti ES sær sum mál at hálvera deyðsvanlukkurnar í ferðsluni á evropeisku vegunum millum árini 2001 og 2010.

Hóast trupulleikarnir við ferðslutrygdini eru stórir í Evropa, eru teir so nógv størstir í menningarlondunum. Tí luttóku umboð fyri alheims heilsufelagsskapin WHO eisini á ráðstevnuni.

Svenski Scania-stjórin ivast ikki í, hvar størsta orkan skal brúkast í hesum sambandi -tað er nevniliga upp á bilføraran. Í millum 80 og 90 prosent av ferðsluvanlukkunum er tað bilførarin, sum hevur ábyrgdina. Tí er neyðugt at útbúgva bilførararnar væl, so ferðslutrygdin hækkar, samstundis sum vit syrgja fyri, at bilarnir eru útgjørdir við allari tí nýggjastu og mest framkomnu trygdarútgerðini sum finst, segði svenski Scania-stjórin Leif Österling á Scania Transport Conference.

Myndatekstur:



Scania skipaði herfyri fyri stórari ferðslutrygdarráðsevnu í Bruxelles við tí høvuðsendamáli at finna fram til loysnir fyri at bjarga teimum mongu sum doyggja í ferðsluvanlukkum

+ (mynd av Scania bili)