Ferðsluvanlukka á Lambareiði kravt trý mannalív

Tríggir dreingir, 18, 19 og 22 ára gamlir, doyðu í nátt, tá ein bilur fór út av vegnum við grótbrotið á Lambareiði í nátt

 

FERÐSLUVANLUKKA

Ein ferðsluvanlukka á Lambareiði á Skálafjørðinum í nátt hevur kravt trý mannalív.

Fimm fólk vóru í nýggja Ford Mondeo bilinum, sum koyrdi inn eftir vegnum við grótbrotið á Lambareiði, tá hann rendi ígjøgnum autoverjuna og bóltaði einar 50-80 metrar oman til sjóvarmálan.

Hini bæði fólkini í bilinum, ein maður og ein kvinna um 20 ára aldur, fingu løstir.

Teir, ið doyðu vóru 18, 19 og 22 ára gamlir.