Í minsta lagi 36 fólk doyðu í einari ógvusligari ferðsluvanlukku í Kina í dag. Myndugleikarnir siga, at ein bussur og ein tangabilur stoyttu saman á motorvegnum við býin Yanan (myndin), og at eldur kom í bæði akførini. Bussurin var ein sokallaður sovibussur, og tey flestu ferðafólkini lógu og svóvu, tá vanlukkan hendi.
-Tey flestu lógu og svóvu, og tað er tí, vanlukkan hevur kravt so mong mannalív. Fremri partur av bussinum er fullkomiliga oyðilagdur, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við tað almenna sjónvarpið CCTV.
Í Kina skulu tangabilar og onnur akfør, sum flyta vandamikil evni, hava serligt loyvi, áðrenn tey fara út á vegirnar, og nú verður kannað, um tangabilurin hevði eitt tílíkt loyvi.
Ferðsluvanlukkur eru vanligar í Kina, og í fjør doyðu meiri enn 60.000 fólk í ferðsluni.










