17 fólk doyðu, tá ein lítil bussur og ein lastbilur stoyttu saman miðskeiðis í Póllandi í morgun. Sambært løgregluni fór bussurin yvir í skeiva síðu. Tað var tjúkt í mjørka, tá vanlukkan hendi við býin Nowe Miasto einar 80 kilometrar sunnan fyri Warszawa.
Tíðindastovan AP skrivar, at 18 fólk vóru í tí lítla bussinum, og at bara eitt teirra slapp livandi frá vanlukkuni. Tey bæði vórðu alt fyri eitt flutt á sjúkrahús.
Løgreglan sigur, at bussurin var als ikki egnaður til so mong ferðafólk.










