Ferðsluvanlukka kravdi tvey mannalív

Tvey fólk lótu lív, tá tveir bilar rendu rendu frontalt saman á Sandvíkarhjalla um tveytíðina seinnapartin Tað vóru tvey eldri fólk, sum lótu lív og tvey onnur vórðu flutt á landssjúkrahúsið, tá tveir persónbilar rendu saman á Sandvíkarhjalla seinnapartin í dag.

Útvarpið sigur frá løgregluni, at ein bilur kemur koyrandi suðureftir við trimum fólkum í og rennur saman við mótkoyrandi bil, har ein persónur var í. Hesin bilurin koyrdi í vinstru síðu, tá óhappið hendi.

Løgreglan avhoyrir í løtuni vitni og kannar orsøkina til vanlukkuna.