Ferðslutrygdin í hásæti

Fyri at tryggja at ferðsluviðurskiftini á einum slíkum sambindingarvegi, sum Klingruni í Hoyvík, verða so trygg sum gjørligt, varð gjørd ein ferðslutrygdargranskoðan av vegaprojektinum. Av Tórshavnar kommuna verður nevnt sum dømi, at fundamentini til alla skelting geva eftir, t.v.s. boygna undan. Strípingin er gjørd við ?ikki hálum tilfari?. Ein gongutunnil er gjørdur, so at gangandi sleppa frá at fara tvørtur um vegin. Gjørdar eru gongugøtur, ið knýta økið millum Flatarvegin og Klingruna. Tað eru ætlanir um at gera fleiri av slíkum gongugøtum.

Eisini hevur kommunan latið gera tvey reinsiverk, ið reinsa vegvatnið. Talan er um eitt sandfang við oljuútskiljara.

Nú vegurin verður alment tikin í nýtslu er bert fyrst partur av eini størri vegaætlan. Vegaatkoman frá rundkoyrinini ovast í Løgmannabreyt suður til íbindingina í Flatarvegin er ikki liðug enn, og næsta stigið er at fáa hesa vegaatkomu gjørda. Tað er ikki sett nøkur ítøkilig tíðarætlan til hetta arbeiðið enn.