Ferðslutrygd: Upplýsa um fallhjálm og trygdarbelti

Týsdagin hin 13. apríl, í vikuni eftir páskir, verður aðalorðaskifti løgtinginum um Nullhugsjónina. Í hesum sambandi fer Ferðslutrygd at gera upplýsingarátak í fjølmiðlunum

Tíðindaskriv

Umframt innsløg, sum leggja dent á Nullhugsjónina, verða tvær nýggjar sjónvarpslýsingar at síggja. Onnur er um at nýta hjálm, tá ið tú koyrir á prutli ella skutara og hin um trygdarbelti og ov nógva ferð. Upplýsingarátakið verður eisini í útvarpi og í bløðum. Í komandi viku verður faldari borin til øll húski í landinum.

2 sekund - minst til trygdarbeltið
Kanningar vísa, at rennur ein bilur á við 50 km/t, skal eitt fólk, sum er í bilinum, tola eina megi, sum er heili 4 tons, og tað sigur seg sjálvt, at tað megnar eingin. Jú meiri ferð, jú verri verður.
Trygdarbeltið er besta og mest einfalda trygdartiltak, sum bilurin higartil er útgjørdur við og minkar um vandan fyri at verða dripin ella løstaður við 50%. Hetta merkir, at annaðhvørt menniskja, sum er deytt í ferðsluni, og ikki nýtti belti, hevði verið bjargað, um tað sat í belti.
Í ársfrágreiðing landslæknans 2003 stendur, at í tíðarskeiðinum 1986 til 2002 doyðu 63 fólk í ferðsluni í Føroyum. 41 av hesum vóru ikki í belti, og hevði bilbeltið kunnað bjarga um 20 av hesum. Umframt at sita í belti, eru góð ráð altíð at sita upprættur, so at høvdið er so tætt nakkastuðlinum, sum til ber. Nakkastuðulin skal stillast soleiðis, at hann er á hædd við kríllin.Sjónvarpslýsingin er upprunaliga úr Avstralia. Føroysku tillagingina hevur Sjónband staðið fyri.