Nógv av teimum seinastu 10 árunum hevur verið skipað fyri at halda minningardagin, sum hevur verið hildin fyrsta sunnudag í juli, og í ár er hesin sunnudagin 4. juli. Henda dag hava blómur verið lagdar á støðini, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, eru hendar. Eisini hevur evnið verið tikið upp í kirkjum og samkomum.
Stigtakari er Ingi Gunnarsson. Tiltakið verður stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Við hesum stuðli og annars við sjálvbodnari arbeiðsmegi, hevur borið til at gjøgnumføra tiltakið og fíggja tað.
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga upp eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit eru so skjót at gloyma, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum fegnast um at limir í Føroya Ellisakførum og onnur hjálpa til við at leggja blómurnar út kring landið.










