Ferðslutrygd í smærru flokkunum

Tíðindaskriv frá Ferðslutrygd

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunnur eru í felag farin undir ferðsluátak í smáu skúlaflokkunum



»Ferðsluevni til 1. og 2. flokk« - er heitið á evnismappu, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í felag. Talan er um mappu við leysum bløðum, sum læraranum er loyvt eftir egnum tykki at fjølrita til næmingarnar. Á henda hátt kann lærarin sjálvur seta undirvísingina um ferðslu og ferðslutrygd saman eftir hóskandi tørvi.

Ikki bara duga at javnviga

Í »Ferðsluevni til 1. og 2. flokk« verður m.a. tikið fram, hvussu tað er at vera til gongu í ferðsluni og at finna fram til tryggasta vegin til og úr skúla, sum ikki altíð er hin skjótasti og styttsti. Eisini verða súkkluviðurskiftini viðgjørd: at súkkla snýr seg ikki bara um at duga at javnviga, neyðugt er at hava yvirlit og duga at samskipa sansaárin og rørslur ? í veruleikanum eru børn ikki búgvin at súkkla í ferðsluni, fyrr enn tey eru um 10 ára aldur. Umframt nógv onnur vandamál í ferðsluni verður eisini nomið við, hvussu gjørt eigur at verða, tá ið farast skal í buss og úr bussi.

Tvørfakligt arbeiði

Fólkaskúlalógin býður til heildarundirvísing við tvørfakligum evnum, og til hetta skuldi »Ferðsluevni til 1. og 2. flokk« verið eitt hent amboð, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Mappan er bygd upp í pørtum, sum bjóða til at arbeiða við evninum úr ymiskum sjónarhornum. Evnispartarnir eru hesir:

· Prát

· Lesa og skriva

· Telja og rokna

· Tónleikur og rørsla,

· Rørsla

· Spøl

· Evning

· Tilfar til foreldur

· Tilfar til læraran


Stutt vegleiðing er saman við hugskotum um arbeiðshættir. Eisini eru nakrar síður við sangum, og aftast eru tvær glærur í litum við ferðsluskeltum.

Evnismappan er tilsamans 102 síður í A4 stødd og prentað í einum liti. Upprunatilfarið er danskt, men er lagað til føroysk viðurskifti. Føroyskað upprunatekningarnar hevur Janus Dam Guttesen.