Ferðslutrygd skapa vit í felag

Null-hugsjónin er grundað á ein nýggjan hugburð, tá um ferðslutrygd ræður. Eitt nú at eitt mistak ikki skal verða revsa við deyðanum, og at hava serligt fyrilit fyri teimum, sum eru ringast vard í ferðsluni

 

Vit vita, at einki menniskja er lýtaleyst. Tað eru heldur ongar lýtaleysar maskinur. Vegirnir eru mangan hálir á vetri. Seyður er á vegnum. Gáloysnir, bráðræsnir og vánaligir bilførarar, vánaligir bilar, mjørki, ringt sýni, skitnir rútar, rúsdrekkakoyrarar, ella eitt gamalt fólk, ið fer yvir um vegin o.s.fr. Tílíkir tilburðir, ið eingin kann vara seg fyri, eru í hundraðtali.

 

Ferðslutrygd skapa vit í felag

 

Alt hetta er tvinnað saman í eina heild. Tað verður sagt, at tað er sum at telva við hin versta sjálvan. Tað er tí ikki sannlíkt, at vit kunnu forða fyri, at vanlukkur henda. Men harafturímóti eigur alt at verða gjørt, sum gerast kann, til tess at minka um avleiðingarnar av eini vanlukku. Vit mugu minnast til at ferðslutrygd skapa vit í felag.

 

Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen, starvsnevndarformanni í RFF