Ferðslutrygd ársfund hósdagin

Hósdagin fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at hava ársfund. Umframt formella partin fyrrapartin er ætlanin at varpa ljós á Ferðslutrygdarætlanina, sum varð handað landsstýrismanninum í ferðslumálum seinasta heyst Serliga verður dentur lagdur á tilmælið um gerð av kommunalum

ferðslutrygdarætlanum. Ætlanin er at hava tríggjar fyrilestrar, ið

kunnu stiðja undir arbeiði við at gera slíkar ætlanir.

Britt-Mona Vang, úr Karmøy Kommune í Norra, kemur á vitjan og greiðir

frá teirra arbeiði við at gera eina kommunala ferðslutrygdarætlanin.

Eisini vitja umboð fyri Landsverk og LBF og greiða frá teirra arbeiði

í ávikavist Miðvági-Sandavági og Tvøroyri.

At enda verður kjak. Ráðið fyri Ferðslutrygd vónar við hesum at seta

gongd á arbeiðið við at gera lokalar ferðslutrygdarætlanir kring landið.