Ferðslutrygd og ljósføring

Hóast tað fleiri ferðir verður gjørt við tað, so gongst illa at fáa fólk at brúka ljósini rætt

Eirikur Lindenskov


Fyrr í vetur vísti ein lesari okkara á, hvussu vandamikið tað er, tá bilar standa við vegjaðaran við tendraðum lyktum í myrkri.

Hann vísti serliga á vandan við skúlarnar í Havn, har foreldur beinleiðis lata børnini í eina deyðsfellu, tá tey sleppa teimum úr bilunum, samstundis sum tey blenda mótkoyrandi ferðsluna.

? Slíkur hugburður hevur kostað mannalív - og tí átti tað ikki at verið so ringt hjá bilførarum at funnið út av at sløkt niður til parkeringsljós, tá steðgað verður. Tað tekur bert brotpart av sekundi at gera tað - og økir munandi um ferðslutrygdina, sigur lesarin, sum undrast á, at einki hjálpir, hóast skrivað hevur verið um tað í Sosialinum og hóast tey á Koyribreytini í útvarpinum fleiri ferðir vísa á sama vandan.