Ferðslutrygd
Í brævinum minnir RFF komandi býráðslimir á, at ferðsla og ferðslutrygd eisini eru umráðandi spurningar, sum hava samband við kommunalpolitikk.
Greitt verður í stuttum frá nullhugsjónini. Hvat hendan stendur fyri, og hvussu arbeiðast skal fram ímóti endamálinum í hesi.
At enda verða nakrir spurningar settir valevnunum. Valevnini verða biðin um at svara spurningunum, fyri síðani at senda svarini til Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum síðani umvegis heimasíðuna kann boða frá, hvussu einstøku valevnini hava svarað.
Spurningarnir eru hesir:
1Er neyðugt hjá kommununi at skipa fyri, at børn ikki bara hava vegin til spælipláss?
2Er tað neyðugt, at góð viðurskifti eru at ganga ella at súkkla í kommununi?
3Er tað neyðugt at gera umstøðurnar soleiðis, at tað ikki skal bera til at koyra skjótari enn 30 km/t. í íbúðarøkjum, har børn spæla, fram við skúlar, barnagarðar og í handilsøkjum, har fólk og bilar alsamt eru hvørt um annað?
4Tá ið ferðin skal verða tálmað, hvussu eigur hetta verða gjørt? (gera bungur, trongar ella?)
5Hvussu skjótt skal verða loyvt at koyra á sambindingarvegum millum býlingar?
6Er neyðugt við gonguteigi og oyggj fyri at gera tað trygt at ganga yvirum sambindingarvegir?
7Er neyðugt at hava gøtur, sum eru burtur frá ferðsluni millum hús og býlingar at ganga og súkkla á?
8Eigur kommunan at skipa fyri, at ungdómurin fær møguleika at íðka motorsport?
9Eigur kommunan at taka ábyrgdina av at skipa fyri náttarbussum?
10Er tað neyðugt at gera gongubreytirnar soleiðis, at høgir kantar ikki eru í gongubreytar¬kantunum við vegamót og onnur støð (gera skráar, so at lættari verður hjá súkklum, barnavognum, koyristólum o.s.fr.)
11Er tað neyðugt hjá kommununi at hava eina ferðslytrygdarætlan?
12Hvat vónar tú er hent á ferðslutrygdarøkinum í tíni kommunu um 10 ár?
Gongst sum ætlað, kunnu svørini hjá einstøku valevnunum lesast á heimasíðuni, rff.fo