Ferðslutrygd mælir til djúpari slitbana á vetrardekkum

Í vár var, við Fríðriki Bláhamar á odda, skipað fyri átaki, sum hevði til endamáls at fáa myndugleikarnar at áseta reglur um, at minstamarkið á slitbananum fyri vetrardekk eigur at vera 3 mm, eins og tað er í londunum á okkara breiddarstigi

Av Ferðslutrygd siga tey, at hetta er væl í tráð við áskoðaninar, sum koma fram í álitinum um Nullhugsjónina í kap 30.3:

30.3 Bremsur og dekk
...Mynstrini í dekkunum eiga í minsta lagi at vera 3 mm djúp til tess at minka um vandan at glíða, tá ið nógv væta er á vegnum.
Nýt píka- ella heilársdekk í hálku. Eitt summardekk verður bæði hart og hált í frosti; men heilársdekkini verða verandi mjúk í frostveðri.

Í Svøríki er ásett við lóg, at vetrardekk skulu verða nýtt frá 1. desember til 31. mars, og at píkadekk kunnu verða nýtt til 30. apríl.

Kelda: Fer_slutrygd
www.ferdslutrygd.fo