Børn í Gøtu kommunu hava frá felagnum, Kiwanis, fingið vestar við endurskini. Vestarnir skulu nýtast, tá børnini eru túrar til gongu.
Umframt vestar fáa tey eisini farteldu at nýta til venjingar við teimum børnum, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Í tí sambandinum skipa Ráðið fyri Ferðslutrygd, Dagstovnurin og dagrøktin í Gøtu kommunu fyri ferðlutiltaki í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Tiltakið verður hósdagin tann 2. oktober klokkan 17.30 til 19.30.