Ferðsluspegilin í Haldórsvík er loksins umvældur

Hálvt ár skuldi ganga, áðrenn ferðslutrygdin í Haldórsvík aftur kom á breddan hjá Landsverki.

Skírisdag skrivaði Portalurin um ferðsluspegilin í Haldórsvík, sum er við eitt sonevnt Y-vegamót, har vegurin frá havnini í Haldórsvík, og vegurin, sum gongur til norðara partin av bygdini og til Tjørnuvíkar møtast. Ferðsluspegilin fór í spønir í einari vetraródn í november, og síðani tá hevur eingin ferðsluspegil verið við tað vandamikla Y-vegamótið.

Men í dag beyðst bøtur. Tveir mans frá Landsverk hava borið so í bandi, at víkafólk og aðrir bilførarar aftur hava eina tryggari farleið gjøgnum Haldórsvíkar bygd.

Tað undrar tó mong í bygdini, at tað skuldi ganga eitt hálvt ár, áðrenn viðurskiftini komu í rættlag aftur.