Sveinur Tróndarson
Ferðslan í Eysturoynni var í undantaksstøðu týskvøldið og í gjáramorgunin.
Kavin, sum ikki verður ruddaður, tí ósemja er millum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag, broyttist fyrst til krapa og síðani til ís, og tað var snøgt sagt ikki koyrandi hjá bilum, sum ikki vóru væl »skøddir«.
Harafturat gjørdi vindurin tað beinleiðis lívshættisligt at ferðast har um vegir.
Vindur og gler
Fyri eysturoyingar er tað ikki ókent, at nógvur kavi altíð legst við báðar munnarnar á Eysturoyartunnlinum og týsdagurin var einki undantak í so máta.
Higartil hevur kortini borið til at koyra, tí kavaruddararnir hjá landinum hava verið skjótir úti, men soleiðis skuldi so ikki vera hesaferð. Kavaruddararnir hjá Landsverkfrøðinginum liggja í arbeiðsósemju við arbeiðsgevaran og tí verður ikki grivið, sum er.
Og hóast nøgdin av kava, sum fall hesaferð, ikki var tann øgiliga, so hava veðurumstøðurnar annars gjørt tað mest sum ógjørligt at koyra sumstaðni og tað fekk ein lastbilførari frá Óla Christian Danielsem eisini at kenna týskvøldið.
Mundi ligið undir
Hann var á veg niðan móti Eysturoygartunnlinum, tá hann var noyddur at steðga í krapanum.
Ógjørligt var at halda fram og tí gjørdi bilførarin av at fara út at seta ketur á trailaran.
Og tá var um reppið, at tað kostaði honum lívið.
Umframt kavan var ikki sørt av vindi har um vegir, og frá fyritøkuni hava vit skilt, at hvirlurnar vóru øgiligar.
Tað var eisini ein øgilig hvirla, sum skræddi trailaranum um koll, tí ein slíkur vigar ikki minni enn 17 tons.
Tá trailarin koppaði, var maðurin, sum sagt, í holt við at seta ketur á, og var hann ikki so skjótur á beinunum, so lá hann undir.
? Hann kláraði akkurát at sleppa sær til rýmingar, upp um eitt hegn, tá hann sá at bilurin var á veg niður yvir hann.
Tað var ikki hugsingur um at taka allan trailaran uppaftur týskvøldið, men kortini tóku fólk frá fyritøkuni fremsta partin upp. Restin sleppur so at liggja til veðrið er vorðið betri
Leið 400 fór sama veg
Týsmorgunin var so aftur um reppið, at tað endaði ruddiliga galið.
Leið 400, sum var á veg úr Fuglafirði til Havnar, fór á glið í hálkuni, og tók í fyrsta umfari í ein trailara, sum stóð í niðara borðið.
Bussførarin kláraði eftir øllum at døma at rætta bussin uppaftur, eftir at hann hevði tikið í trailaran, men stutt eftir skræddi ein hvirla í bussin so ógvusliga, at hann enn einaferð fór á glið.
Og hesaferð bar ikki bøtur. Við gronini fyri gleið bussurin oman av vegnum, har hann steðgaði, beint áðrenn hann fór á rull.
Hart royndu ferðafólkini í bussinum sluppu tíbetur óskalað frá óhappinum, sum illa vildi til hevði havt stórskaða við sær.
Samanstoytur
millum Fjarða
Annars hendi eisini eitt triðja ferðsluóhapp har um vegir.
Týsdagin stóðu tveir bilar millum Fjarða, stutt frá frákoyringini til Funningsfjarðar.
Hvussu óhappið er hent, er ilt at siga, men eftir oljublettinum at døma, ber til at gita, at bilarnir eru komnir ov langt inn á vegin og eru síðani brostnir saman.
Tíbetur stóðst eingin mansskaði av óhappunum, men bilarnir báðir fingu stóran skaða.
Løgreglan í Eysturoynni leutr illa at skilinum, sum hevur verið, tí umframt hesi óhappini, hava fleiri smærri verið.
? Men tað er ótrúligt, at fólk fer í illa skøddar bilar í slíkum veðrið. Eg beindi fleiri bilum til hús aftur, sum koyrdu á summardekkum, sigur vakthavandi á støðini í Runavík, sum leggur afturat, at nú er vegnurin opin aftur.