Ferðsluruðuleiki valdar í Suðurdanmark

Umframt at ferðslan í Keypmannahavn er nógv darvað virkseminum í samband við veðurlagsráðstevnuna, so er nógvur kavi lagstur í serliga Suðurdanmark í gjár og í nátt. Hetta hevur elvt til veruligan ruðuleika í ferðsluni, og á Fjón frámælir løgreglan allari óneyðugari koyring, og tað sama er galdandi í eystara partinum av Suður- og Eysturjyllandi.

- Tað er upp til fólk sjálvi, um tey vilja seta lív og limir upp á spæl, sigur Pernille Thorsen, kunningarfólk í Vejdirektoratet, við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.

Í miðal hendur eitt nýtt ferðsluóhapp hvørt korter á donsku vegunum, upplýsir Vejdirektoratet.

Meira kavi er í væntu í Danmark í kvøld og í nátt.