Ferðsluruðuleiki á Sundsvegnum

Íbúgvarnir kring Sundsvegin vita ikki, hvat hendir við innkomuvegnum til Havnar. Hettar ørkymlar íbúgvarnar, tí samgongan heldur upplýsingum aftur

Eftir at seinasta samgonga varð skipað, hoyrdist graml um, at samgongan varð treytað av, at ávís vegaføring ikki skuldi leggjast har skilabest er. Um tað er orsøkin til, at ongin avgerð enn er tikin, um, hvar vegaføringin skal vera, kann bara gitast um. Landsverk og tað almenna er síðani komin inn í málið. Onki veruligt frættist um, hvat hendir við hesum vegnum, og íbúgvarnir gerast alt meira ørkymlaðir.

Best sum øll sita undrandi og bíða hvat hendir, nú hoyrist at avkomuvegur av hesum sama ringvegi skal ganga oman eftir Sundsvegnum. Hettar er í dag tveysporaður vegur, sum er gjørdur í 1980-árunum og liggur tætt framvið íbúðarhúsum. Her liggja 3 barnagarðar, stovnar og síðuvegir, ið eru knýttir at Sundsvegnum. Hesin vegurin skal framyvir gerast tann mest trafikkeraði vegurin í landinum, við 18000 bilum um samdøgrið. Her kunna ikki øll klók høvd vera tikin uppá ráð, men heldur verður gingið áhugamálum hjá ávísum borgarum á møti, so skilagóðar loysnir ikki verða framdar.

Íbúgvarnir kring hesa ørvitis ætlan hava krav uppá at vera hoyrd og fáa innlit í málið. Okkurt av eigarafeløgunum hava biðið um innlit í málið, men ongi tíðandi skjøl eru útflýggja. Niðurstøðan er hon at hettar tolir ikki dagsins ljós, og tí verður ongin kunning í málinum, hóast hettar kemur at raka allar íbúgvarnar, ið búgva omanfyri Vestara Ringveg. Tað kann ikki vera rætt, at sitandi býráðssamgonga sleppur smoygja eina fullkomuliga óforsvarliga ætlan omanyvir íbúgvarnar við Sundsvegin, Villingardalsvegi, á Ternuryggi, undir Brúnni og Millum Gilja v.fl., uttan at nakar fær innlit og sleppur at gera viðmerkingar.

Uttan at lýsa málið yvirhøvur, er ætlanin at Sundsvegurin skal verða tann mest trafikkeraði vegurin í landinum, við 18 túsund bilum um samdøgri. Hettar vísur kanning, sum samgongan hevur lati gjørt av ráðgevingarfyritøkuni Rambøll Nyvig. Eg kann upplýsa at býráðsmeirilutin hevur samtykt ætlanina og biðið um 500 túsund til at gera eitt dispositiónsuppskot av eini dagførdari linjuføring av Sundsvegnum, umframt at bjóða projekteringarbeiðið út. Hettar er rættuliga álvarsligt fyri íbúgvarnar, og má steðgast á, áðrenn tað er ov seint.

Góðu borgarar, samgongan ætlar at tit skula gerast grannar hjá hesi ørvitis ætlan, uttan tit verða eftirspurd. Vilja tit at tað framvegis skal vera gott at búgva her uppi, og trygt at koma til og frá, umframt at tað skal vera gott hjá børnum at ferðast til og úr skúla, so skal hettar vendast á borðinum nú, so allir borgarar fáa innlit í ætlaninar hjá sitandi samgongu.

Geva tit mær tykkara stuðul, so vil eg vera tykkara umboð í málinum.