Ferðsluruðuleiki í Kollafirði

Løgreglan heitir á bilførarar um at koyra varliga

Tað er sera hált frá kollafjarðartunlunum, omam ímóti rundkoyringini í Kollafirði, so har eru langar bíðirøðir av bilum.

Løgreglan sigur, at ein bilur er farin út av, men hann er ikki á vegnum, so tað er ikki hann, sum forðar fyri ferðsluni.

Men har er so hált, at ferðslan gongur við sniglaferð, og løgreglan heitir á bilførarar, sum fara tann vegin, um at hava tað í huganum.

Tá ið ikki verður hugsað um illveður og stormskaðar, hevur verið stak friðarligt um vikuskiftið hevur fingið fólk at halda seg innandura.