Ferðsluproppur á Ringvegnum

Ein lastbilur hevur fingið tekniskar trupulleikar mitt á vegnum

Í løtuni standa bilar í longum bíðirøðum uppi á Ringvegnum í Havn. Ein lastbilur hevur fingið teknisk brek mitt á Ringvegnum, beint við krossin til Hvítanesvegin og tað førdi við sær, at ferðslan varð forðað.

 

Men nú er løgreglan á staðnum og skipar fyri, at bilarnir sleppa ígjøgnum. Sostatt halda tey ferðsluna gangandi, um enn hon gongur væl seinni enn vanligt.