Hevði til uppgávu at bíða í bussinum, inntil hon varð hjálpt
Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina?
? Tað er eitt sindur ringt at siga, tí eg veit ikki hvussu bjargingarmenninir áttu at prioritera undir bjargingini. Men vit royndu í øllum førum at gera tað so veruligt sum gjørligt. Eg sat inni í bussinum, og eg var eitt sindur ótolin. Eg helt ikki at tað gekk serliga skjótt fyri seg.
Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt?
? Brandmenninir komu fyrst á staðið, og teir gjørdu tað, sum brandmenn eiga, nevniliga at sløkkja eldin. So komu teir inn í bussin til okkum, sissaðu okkum, og hugdu at skaðunum. Men teir gjørdu einki fyri at hjálpa. Eg haldi, at tað gekk ræðuliga long tíð inntil læknin kom. Og ambulansan kom eisini langt aftaná brandmenninar. Eg hevði ein so mikið lættan skaða, at eg bleiv ikki raðfest serliga høgt, og tí kom hjálpin ógvuliga seint til mín. Men hetta var fiktivt, og tað ávirkaði eisini tað heila. Man merkti, at teir tóku tað ikki so seriøst.
Ert tú betryggjað, nú tú hevur sæð hvussu ein bjarging fer fram?
? Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, at tað gekk ræðuliga long tíð, til offrini fingu hjálp.