Ferðslumentanin broytt til tað betra

Jákup Suni Lauritsen, umboðaði fyri Felagskommununa í Vágum á fundinum "Fyri og eftir Norðoyatunnilin". Uppgávan hjá honum var at greiða frá í hvønn mun ferðslan er broytt og háttar sær í Vágum, síðani undirsjóartunnilin har læt upp

Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági, var samdur við løgreglumonnunum Jan Fossaberg og Jan Poulsen í, at ferðslan í Vágum gongur bæði betur og tryggari, eftir at Vágatunnilin læt upp.

Nógvir vóru vandarnir og vansarnir, sum fólk sóu fyri sær fóru at koma við Vágatunlinum, men ræðslusøgurnar hava ikki hildið. Tvørturímóti hava positivar hugburðsbroytingar broytt ferðslumentanina til tað betra, heldur hann.
Hann nam eisini við ferðslutrupulleikan, sum leirvíkingar fáa at dragast við, tá Norðoyatunnilin letur upp.

Í Leirvík eru tey von við at ferðslan til og frá Dúgvuni at kalla gongur uttan fyri bygt øki. Hjá teimum verður nú ein heilt nýggj støða.

Vágafólk vóru á ein hátt "giraði" til ferðsluna, sum jú hevur gingið í gjøgnum bygdirnar í so nógv ár frammanundan. Miðvágs Kommuna hevur lagt seg eftir at gera nógv parkeringspláss fram við landsvegnum inni í bygdini. Men hóast tað parkera fólk ofta bilarnir beint uttan fyri handlarnar, tí tey tíma ikki at ganga tey fáu fótafetini, frá parkeringsøkinum til handilin.

Hetta er til stóran vanda og átti at verið tikið við eini heldur harðari hond, segði hann.
Sum íkast til kjakið um ferðslutryggar framtíðarloysnir fyri vegakervið, kom Jákup Suni Lauritsen við einum hugskoti, sum er vert at leggja merki til. Hann segði, at tilfarið úr einum møguligum tunli úr Vatnsoyrum til Fútaklett er júst tað sum krevst fyri at byggja flogvøllin út við.