Ferðsluljósini riggaðu ikki í morgun

Nýggju ferðsluljósini í Havn riggaðu ikki í morgun

Í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ferðsluljósini á Hvítanesvegnum/Eystara Ringvegi, ikki vóru tendrað. Orsøkin var tann, at kommunan hevði sløkt ljósini, tí hesi skuldu umvælast. 

 

Løgreglan sigur, at hetta var so mikið tíðliga, at tað ikki gjørdi skaða á nakran hátt. Í gjár segði Rani Wardum, løgreglumaður við in.fo, at ferðsljós eru betur enn rundkoyringar, tí sambært kanningum kunnu ferðsluljós føra fleiri bilar ígjøgnum munandi skjótari enn ein rundkoyring. 

 

Ljósini eru tendrað aftur og eingin skaðist stóðst av, at tey vórðu sløkt í morgun.