Ferðsluljósini rigga ikki

Bilførarar skulu aftur venja seg við vanliga víkiskyldu á vegamóti mitt í Havn

Løgreglan fekk í morgun boð um, at ferðsluljósini í Jóannes Paturssonargøtu, lýstu ikki. Talan er um eitt tekniskt brek, sum arbeiðsfólk frá kommununi skuldu umvæla í dag

Men løgreglan heitir á bilførarar um at vísa varsemi, og so leingi einki ljós lýsur, er vanlig víkiskylda galdandi á økinum.