Landsstýrismaðurin í innlendismálum skal nú svara, hví nógv trafikeraði landsvegurin við Hósvík framhaldandi er tarnaður av ferðsluljósum.
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat hendir við hesum vegarbeiði. Tingmaðurin vísir á, at tað undrar mong ferðandi, at hvørki arbeiðsfólk ella maskinur hava verið at sæð á staðnum í fleiri mánaðir, meðan ferðsluljósini hava verið í brúki.
Í grein-52 fyrispurningi til Kára P. Højgaard spyr løgtingsmaðurin, hvørjum verður bíðað eftir, síðani arbeitt ikki verður har.
Landsstýrismaðurin skal svara innan 10 dagar.
Tað er Landsverk, sum stendur fyri arbeiðnum á landsvegnum við Hósvík.
21. januar skrivaði Landsverk soleiðis á síni heimasíðu:
Frá 22. januar og fram til síðst í mai verður arbeitt við syðru brúnna í Hósvík. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi. Í løtuni verður bíðað eftir nóg lýggjum og turrum veðri, so membranur og dúkur kann leggjast á, áðrenn brúgvin kann asfalterast og verða klár til at koyra eftir í báðum vegbreytum.
Men góða veðrið í vár hevur eftir øllum at døma ikki rinið við hjá Landsverki, og tí enda ferðsluljósini í Hósvík nú á borðinum hjá landsstýrismanninum í innlendismálum.










