Tann 1. oktober koma fleiri broytingar í ferðslulógini í gildi, og í hesum sambandi hava Aktstoan, Innlendismálaráðið, Ferðslutrygd, Landsverk og Politiið boðið til tíðindafund í morgin kl 9, har greitt verður frá broytingunum.
Talan er millum annað um hesar átta høvuðsbroytingarnar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007:
? Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum
? Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni
? Rúsdrekkamarkið lækkar til 0,20 promillu
? Markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring er strikað -
alt omanfyri 0,20 promillu er rúsdrekkakoyring
? Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu ( R/F ? skeið )
? Herdar reglur fyri frádøming og revsing í rúsdrekkamálum
? Herdar reglur um trygdarútgerð og forboð móti ferðafólki í last- ella vørurúmi
? Hækkan av sektum.
Eftir fundin í morgin frætta vit meira um broytingarnar, sum altso koma í gildi um komandi mánaðarskifti.