? Eg ætli mær at kanna, um verandi lóggáva er nóg góð. Um hon er nóg einføld, og um hon er nóg løtt at umsita. Hetta sigur Helena Dam á Neystabø, sum er formaður í Løgtingsins rættarnevnd. Hon var annar tingmaðurin, sum var við á ferðini í Trollhättan týsdagin.
Hon heldur, at tað sjálvandi er endamálið at eingin skal doyggja í ferðsluni, og hon heldur, at 0-hugsjónin er eitt upplagt endamál hjá føroyskum myndugleikum at seta sær. Hon heldur, at vit eiga at finna einklar skipanir. Hon heldur t. d., at tað skal verða meira konskvent, at tá fólk koyra ov skjótt, so eiga tey at missa koyrikortið heldur enn at fáa ein treytaðan dóm. Hon heldur eisini, at vit við rúsdrekkakoyringini eiga at verða meira konsekvent, eins og ætlanir eru um í Svøríki. Hon heldur, at promillumarkið eigur at verða 0,0.
? Vit eiga at velja, at um vit njóta rúsdrekka, so skulu vit lata bilin standa.
Helenu Dam á Neystabø dámdi eisini væl serligu skipanina í Saab bilunum, har spitarin gjørdist trekur, um ferðin fór upp um mest loyvda markið.
? Er hetta ein rímuliga bílig skipan, so eiga vit sjálvandi eisini at taka hasa skipanina til okkum ? tí hetta er ein genial skipan, heldur hon.
Helena Dam á Neystabø lovar, at tey í rættarnevndini fara at hyggja væl eftir nýggju ferðslulógini, tá hon kemur til viðgerðar har.
? Serliga kundi eg hugsað mær, at vit fingu burtur aftur treytaða frádøming av koyrikortinum, so lógin aftur verður meira konsekvent, sigur Helena Dam á Neystabø.