Ferðslulógin er órættvís

Ert tú óheppin og t.d koyrir út fyri hávatenn, mást tú upp til eina koyriroynd, sum krevur at tú svarar 60 torførum spurningum.
Verri enn so øll standa hesa roynd, og tá er neyðugt við nýggjari teori og koyriroynd, sum kann koma at kosta fleiri túsund krónur

Í eini grein í Sosialinum fyrr í ár, vístu Einar Djurhuus og Heri Simonsen á órættvísi í ferðslulógini, um tú t.d. ikki hevur hildið treytaða víkiskyldu.
- Hetta brotið á ferðslulógina, sum til dømis at hava brotið víkiskyldina, førir eisini við sær, at bilførarin skal upp til eina roynd, har hann skal kunna svara rætt uppá meginpartin av teimum 60 spurningum ið verða settir. Um hann ikki klárar tað, má hann upp til nýggja teori- og koyriroynd. Dømi er um, at fólk hava goldið upp til 10.000 krónur fyri at fáa koyrikortið aftur. Eftir hetta hevur bilførarin ta treytaðu frádømingina av koyrikortinum hangandi yvir sær í heili 3 ár, vísa teir á.
 
rs