Ferðslukanningar: Fleiri fingu bót

Løgreglan var úti um seg í gjár í Havn og gjørdi ferðslukanningar.

 

Fleiri bilar blivu steðgaði og kannaðir og í nøkrum førum vórðu bøtur givnar.

 

Fimm bilførarar fingu bót fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu. Nakrir lyktafeilir blivu eisini sektaðir, umframt at nakrir koyrdu uttan at sita í trygdarbelti.

 

Í einum føri fekk ein bilførari eisini bót fyri at koyra við einum viðfestivogni, sum ikki var skrásettur.

 

Eldur var eisini í einum bili í gjár, á Villingardalsvegnum í Havn. Sløkkiliðið kom á staðið og sløkti eldin. Tað er óvist hvat orsøkin til eldsbrunan er og bilurin bleiv koyrdur á Akstovuna at kanna tað nærri.