Ferðslukanningar í Eysturoynni

Um vikuskiftið hevur løgreglan í Eysturoynni gjørt eitt stórt átak við ferðmátingum og kanningum av akførum og bilførarum annars.
Vakthavandi sigur, at bilar í fleiri førum koyrdu ov skjótt, men bert ein var, ið væntandi fer at verða dømdur. Hann var steðgaður, eftir at hann koyrdi 127 km um tíman ígjøgnum Leirvíkstunnilin. Vakthavandi sigur, at viðkomandi kann vænta sær ein treytaðan dóm, ið merkir, at hann fær eina bót umframt at hann skal upp til nýggja koyri- og teoriroynd.
Fleiri bøtur vóru eisini skrivaðar fyri vánaligar lyktir og dekk.
Eingin bilførari varð tikin, fyri at koyra rúsdrekkakoyring.