Klaksvík:
Talan er um níggju ferðsluforðingar, sum skulu hava umleið 150 metrar ímillum. Karl Heri sigur, at orsøkin til at kommunan júst hevur valt hetta økið, sum tað fyrsta við ferðsluforðingum er, at hetta er eitt so at siga nýbygt øki, har nógvar barnafamiljur búgva. Nógv børn síggjast dagliga úti á hesum strekkinum. Harumframt sigur Karl Heri, at av tí at strekkið er so langt og beint, so letur tað til, at bilførarar ótilvitað trýsta harðari á spitarin fyri at koma skjótari fram. Og tað er ikki vandaleyst í einum barnaumhvørvi. Men nú hevur Klaksvíkar kommuna so tikið um endan á trupulleikanum og er farin í gongd við at seta ferðsluforðingar upp fyri at betra um trygdina á veganetinum í býnum. Ferðsluforðingarnar á hesum vegastrekkinum eru úrslit av viðgerðum í Teknisku og Ferðslunevndini í Klaksvíkar kommunu. Karl Heri viðgongur eisini, at áheitanir eru komnar frá fólki, men hann sigur, at tað er fyrst og fremst ein avgerð hjá kommununi, sum er orsøkin til, at ferðsluforðingarnar nú koma upp.
? Hesar ferðsluforðingarnar eru ikki so ógvusligar, men tær eru nóg mikið til at tálma ferðsluni, sigur Karl Heri, og hann leggur afturat, at strekkið verður skeltað við 40 km/t sum mest loyvda ferð.
Fleiri forðingar
Karl Heri sigur, at ferðsluforðingar fara at koma upp aðrastaðni í býnum og í Árnafirði um stutta tíð. Eitt nú verða nýggjar ferðsluforðingar setta upp aftur á Mylnugøtu. Har vóru tvær, men tær vórðu tiknar burtur aftur herfyri, tí tær vóru so høgar, at tær heldur tarnaðu ferðsluni enn at tálma henni. Tær, sum so fara at koma uppaftur, verða meira líka teimum, sum nú verða gjørdar undir Hálsi og Klakki.
? Í løtuni er ongin avgerð tikin um, hvar aðrastaðni í býnum hesar ferðsluforðingarnar fara at koma, men vit fara at síggja meira og meira til tær, sigur formaðurin í Ferðslunevndini.