Ferðslubroytingar á Eystanstevnu

Eystanstevna

Longu frá mikukvøldinum í hesi vikuni til sunnukvøldið klokkan 23 verður eingin gjøgnumkoyring á stevnuøkinum í Runavíkar kommunu.
Heiðavegurin verður sostatt stongdur frá Jungmann og suður til Hotel Runavík. Ferðslan, sum plagar at koyra eftir hesum vegastrekki, verður í staðin beind eftir kaiøkinum. Tó ber til at koyra til handlarnar, sum liggja ímillum Føroya Banka og Brotið, siga tey, sum skipa fyri á Eystanstevnu.