Ferðsluóhappið í Kollafirði: Ov nógv ferð helst orsøkin

Løgreglan í Havn metir, at ov nógv ferð var orsøkin til óhappið við Sjógv í Kollafirði mikudagin, tá ein pick-up-bilur rendi saman við einum bussi.
Bussurin, sum var fullur av ferðafólki frá ferðamannaskipinum A?Rosa Blu, sum lá á Havnini mikudagin, var staddur 50 metrar frá vegkrossinum. Hetta sigur so mikið sum tað, at bussførarin hevur hildið sína víkiskyldu.
Pick-up-bilurin, sum kom koyrandi suðureftir landsvegnum ætlaði at yvirhála bussin, men tá ein lastbilur kemur ímóti rennur pick-up-bilurin saman við bussinum. Og av tí, at pickupbilurin hevði ein kompressara viðfestan aftanfyri, so gjørdist óhappið uppaftur verri, tí ein slíkur vigar 1,8 tons.
? Ein bilur, ið hevur eitt óskrásett viðfestisamboð, hevur ikki loyvi at koyra meira enn 50 km/t, verður sagt av politistøðini í Havn.
? So um pickup-bilurin hevði hildið seg til sína ferð, so hevði hetta ikki verið hent.
Tí verður mett, at orsøkin helst er alt ov nógv ferð.
Ungi førarin, sum var 18 ára gamal, var sendur beinleiðis til Havnar. Har var hann lagdur undir skurð. Hann er nú stabiliseraður, men hann hevði fingið skaða í knæið, livrina og miltið.
Tó meta løgreglumenninir, at ungi bilførarin hevur sitið í trygdarbeltið, tí annars hevði skaðin á føraran verið nógv størri.
Bussurin fór rættiliga illa. Átta setur skrædnaðu úr sveisinum. Av teimum 35 ferðafólkunum, sum vóru við í bussinum, vóru tað níggju, ið gramdu seg um pínu. Men tey vórðu koyrd umborð aftur á skipið, har teirra "egni" lækni skuldi kanna tey.