Ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin

Ein persónur er fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin í morgun.

 

Um áttatíðina rendu tveir bilar saman beint uttanfyri Norðskálatunnilin, vestarumegin.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at annar bilurin var komin yvir í mótstatta koyribreyt, og tí rendu bilarnir frontalt saman. Enn er ikki greitt, hví viðkomandi koyrdi yvir í skeiva koyribreyt.

 

Hvørgin av bilunum fekk koyrt víðari og tí varð ferðslan darvað eitt bil.

 

Ein persónur var í hvørjum bili og í fyrstu atløgu mettu tey ikki, at tørvur var á sjúkrabili. Ein lækni, sum kom koyrandi framvið á veg til arbeiðis, kannaði tó eisini fólkini og helt, at bestu ráðini vóru at fáa sjúkrabil á staðið. Ein persónur bleiv tí fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.