Í gjárkvøldið klokkan 12 kom ein bilur koyrandi oman framvið kirkjugarðinum í Havn. Tríggir ungir dreingir vóru í bilinum. Førarin misti tamarhaldið á bilinum og fór lúkst inn í garðin. Eftir bilin stendur eitt stórt gapandi op.
Talan er um ein Toyota Corolla persónbil. Bilurin fekk stóran skaða, og allarhelst er bilurin vrak. Førarin fekk eina fliku í høvdið og eisini pínu í høgru síðu á kroppinum. Annars hendi ikki stórvegis mansskaði.