Ein bilur við trimum monnum í, og sum var norðureftir á leið, skuldi snara inn til bygdina. Áðrenn hann kom so langt, varð hann árendur aftanífrá av einum øðrum bili, ið somuleiðis var á veg norðureftir.
Tann fyrri bilurin holvdist, og neyðugt varð hjá løgreglu og sløkkiliði at skera eitt av ferðafólkunum leyst.
Hetta ferðafólkið varð síðani flutt til kanningar á Landssjúkrahúsinum.