Millum klokkan 01 og 02 sunnunáttina fekk løgreglan í Havn fráboðan um eitt ferðsluóhapp í vesturbýnum.
Tað vísti seg, at annar bilførarin ikki hevði hildið treytaleysu víkiskylduna og hevði rent í ein annan bil, sum kom fram við.
Tá ið løgreglan kom á staðið, var annar bilførarin rýmdur, men hevði kortini tosað við bilføraran á hinum bilinum, sum bíðaði eftir løgregluni.
- Stutt eftir fingu vit kortini fatur á bilføraranum, sum var farin av staðnum. Tá ið hann blásti í ballónina, stóðst illgruni um, at hann var ávirkaður. Tí tóku vit hann við á støðina til blóðroynd, sigur løgreglan.
Eingin fólkaskaði hendi, tá ið bilarnir í vesturbýnum stoyttu saman.