Ferðsluóhapp um vikuskifti

Sjey ferðsluóhapp vórðu fráboðað løgregluni í Havn um vikuskiftið. Í trimum førum hedni stórur materiellur skaði

 

Løgreglutíðindi

Trý ferðsluóhapp við størri materiellum skaða komu í døgnrapportina hjá løgregluni í Havn um vikuskiftið. Men sum heild var annars friðaligt.

Sjey feðsluóhapp vorðu fráboðað. Trý teirra við stórum materiellum skaða.

Seinnapartin fríggjadagin var ein bilur ákoyrdur aftan í frá við Statoil støðina í Kollfjarðardali. Hann stóð aftan fyri ein annan bil og bíðaði eftir at sleppa inn á støðina, tá ein triðji bilur koyrdi upp í reyvina á honum og rendi hann víðari fram í tann fremra bíðandi bilin.

Allir tríggir bilarnir fingu skaða, og ein persónur varð koyrdur á skaðastovuna. Tó við smærri løstum, sum ikki høvdu nógv upp á seg.

Seinni um kvøldið var aftur eitt líknandi óhapp uttan fyri Gamla Kirkjugarð í Havn.

Ein bilur, sum kom heim gjøgnum Jóannes Patursonargøtu, stóð og bíðaði eftir at sleppa niðan eftir Dalavegnum, tá ein annar bilur, sum eisini kom heimeftir, rendi upp í reyvina á honum. Samstundis var ein motorsúkkla á veg úteftir, og tann aftari bilurin, rendi so eisini á hana. Eingin persónsskaði hendi í tí óhappinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Leygardagin var eitt ferðsluóhapp beint niðan fyri kirkjuna við Sjógv í Kollafirði.

Ein bilur, sum kom koyrandi inneftir, endaði yviri í skeivari vegsíðu og rendi saman við ein bil, sum kom úteftir.

Stórur materiellur skaði var, og báðir bilførararnir fóru á skaðastovuna til kanningar, sigur løgreglan.