Leygarkvøldið var eitt lítið ferðsluóhapp á Tvøroyri. Eingin stórvegis fólkaskaði hendi.
Óhappið hendir, tá ein ungur maður á prutli ætlar sær framum ein persónbil. Bilurin vendir júst tá til vinstru av vegnum. Maðurin á prutlinum rennir tí inn í síðuna á bilinum. Undir vanligum umstøðum er tað førarin í persónbilinum, ið fær ábyrgdina av einum slíkum óhappi.
Tann ungi maðurin á prutlinum varð fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, men hann fekk einki stórvegis mein. Prultið er illa farið, men bilurin fekk lítlan skaða.









